Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommuna, Atlantic Airways og Mentamálaráðið hava stovnað eina stuðulsskipan, har listafólk kunna søkja stuðul til flogferðir. Loftbrúgv til listafólk er heitið á skipanini, sum í fyrstu atløgu verður galdandi í 2015 Listafólk, sum breiða út kunnleikan um føroyska mentan úti í heimi, kunnu nú søkja um stuðul til flogferðir í nýggjari stuðulsskipan, ið nevnist Loftbrúgv til listafólk. Talan er um eina samstarvsavtalu millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið, sum í fyrstu syftu verður galdandi í 2015. Fyrsta árið leggja partarnir tilsamans eina millión krónur í stuðulsskipanina – 250.000 krónur í part. - Vit fegnast um, at tað á henda hátt ber til at taka saman lógvatak fyri at veita okkara mongu, virknu listafólkum kring allar Føroyar ferðastuðul undir meira skipaðum umstøðum enn áður, staðfesta stigtakararnir. Endamálið er at breiða út vitan í útlondum um føroyska mentan, og partarnir viðurkenna við samstarvinum, at mentanin hevur alstóran týdning, tá Føroyar skulu lýsast uttanlands sum eitt livandi, eyðkent og spennandi samfelag og mentanarstað. Stuðul kann latast dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum, sum skulu ferðast til tiltøk, har føroyskt mentanarlív gerst sjónligt uttanlands. Stuðul verður latin eina ferð um mánaðin, og fyrsta umsóknarumfar verður í januar 2015. Tórshavnar kommuna fer at umsita stuðulsskipanina, Loftbrúgv til listafólk. Øll umsóknartilgongdin fer fram um heimasíðuna www.loftbrugv.fo, har umsóknarskjal o.a. eru at finna. Vinaliga Norðurlandahúsið Tórshavnar kommuna Atlantic Airways Mentamálaráðið Fleiri upplýsingar fáast frá: Norðurlandahúsið, Sif Gunnarsdóttir, 21 39 00 Tórshavnar kommuna, Jóan Petur Hentze, 21 28 85 Atlantic Airways, Allan Skaalum, 21 37 01 Mentamálaráðið, Alda Joensen, 55 50 41 |