23.04.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

LØGTINGIÐ SAMTYKT UPPSKOTIÐ UM UPPHAVSRÆTT

Løgtingið samtykti í dag endaligt uppskotið um upphavsrætt við triðju viðgerð. Tað var eitt einmælt Løgting, ið samtykti uppskotið við 26 atkvøðum fyri.

Sostatt hava vit fyri fyrstu ferð fingið eina føroyska lóg um upphavsrætt.

Upphavsrættur er rætturin hjá tí, ið hevur gjørt ella framleitt eitt verk, til at ráða yvir nýtsluna av verkinum í ávísan mun. Lógin um upphavsrætt tryggjar t.d. rithøvundum og listafólkum einkarætt til vard verk ella framleiðslur. T.d. er ikki loyvt at endurgeva tekst hjá øðrum uttan at nevna kelduna, ella treytaleyst at taka niður tónleik á netinum.

Upphavsrætturin tryggjar upphavsfólki viðurlag fyri nýtslu av teirra verkum. Tey viðurløg, ið eru heimilaði í upphavsrættinum, eru í stóran mun við til at tryggja fíggjarliga grundarlagið fyri tí framhaldandi virkseminum hjá mongum føroyskum listafólkum.

Upphavsrættur gjørdist føroyskt málsøkið 1. januar 2010.