22.03.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

LØGTINGIÐ SAMTYKT SKÚLADEPILIN VIÐ MARKNAGIL

Løgtingið samtykti í dag við 3. viðgerð einmælt uppskotið um at byggja skúladepil við Marknagil í Havn.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum fegnast um, at tað nú er klárt at fara undir at byggja skúladepilin: “ Hetta er ein stór byggiverkætlan, ið fer at skapa nógv virksemi í byggivinnuni, og fer at hava stóran týdning fyri ungdómin í framtíðini. Tí eri eg eisini sera fegin um, at Løgtingið samtykti uppskotið einmælt,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.

Skúladepilin við Marknagil skal standa klárur at taka í nýtslu á sumri 2016, tá skúlaárið byrjar. Spakin verður settur í úti í Marknagili í apríl í ár.