Listaframsýning við Vígdis Petersen Høgagarð letur upp í Mentamálaráðnum
Framsýningin “Spectrum” letur upp mikudagin 10. september, kl. 15.00 til 17.00.
Á framsýningini verða keramisk verk v.m. sýnd fram. Flestu verkini eru gjørd í Japan í The Shigaraki Ceramic Cultural Park, men við íblástri frá ferðum í Føroyum, Íslandi og Japan.
Vígdis er fødd og uppvaksin í Tórshavn og flutti til Danmarkar í 1991 fyri at lesa. Hon hevur útbúgving sum Unika Designari frá Danmarks Designskole og er Cand.it frá IT-Universitetinum í Keypmannahavn. Samstundis hevur hon eisini dyrkað listina, serliga innan skulptur og málarí, verið á námsferðum og sýnt fram á ymiskum framsýningum, bæði í Føroyum og í útheiminum.
Framsýningin “Spectrum” vísir á ymiskar kreativar rætningar í sambandi við undirvísing, verkstovur og námsskeið. Vígdis Petersen Høgagarð er ein av undirvísarunum á nýggja Listaháskúlanum í Tórshavn, har hon m.a. bjóðar verkstovur innan ta tøkni, ið hon sýnir fram í Mentamálaráðnum.
Tónleikur við Kristian Blak verður at hoyra til ferniseringina og eru øll hjartaliga vælkomin. Framsýningin er opin til 31. desember 2014.
Mynd: Brotapetti av einum stórum fati, ið er gjørt í Japan