“KINARØÐIN” er heitið á framsýning hjá Jógvan Biskopstø, sum letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin 8. januar 2015, kl. 15.00.
Jógvan Biskopstø er føddur og uppvaksin í Havn og er útbúgvin sum Produkt Designari frá Danmarks Designskole. Hann hevur gingið á privata listaskúlanum hjá Hans Chr. Høier og var á China National Academy of Art í 2003 – 2005.
Jógvan hevur altíð fingist við handaligt arbeiði og er upprunaliga útlærdur timburmaður og bátasmiður. Tá ið hann ger skulpturar, eru teir oftast úr træi ella metalli.
Í myndlistini fæst hann mest við skitsur og vatnlitir. Í sínum arbeiði søkir hann ta livandu linjuna og arbeiðir mest í kontrastum. Hann finnur stóran íblástur í traditiónum og evnunum hjá traditiónunum til at endurnýggja seg. Jógvan hevur seinastu nógvu árini sýnt fram á ymsum framsýningum, bæði her heima og eisini úti í heimi. Hann hevur verið á kveikjandi námsferðum í eitt nú Grønlandi, Finnlandi, Italia og Japan, eins og hann hevur luttikið á fleiri skeiðum m.a. í silvuri, sveising og grafikki.
Myndirnar á framsýningini í Mentamálaráðnum eru gjørdar á World Wood Day í Kina í 2014. Hetta var ein eyka uppgáva, ið hann fekk í sambandi við sína luttøku á stevnuni.
Til ferniseringina verður tónleikur við Onnu Hüdepohl at hoyra. Øll eru vælkomin.