Kvirra er heitið á listaframsýning, sum letur upp í Mentamálaráðnum mikudagin 23. januar.
Tað er runavíkingurin Harry Knudsen, ið sýnir fram. Málningarnir á framsýningini vísa ljósið og kvirruna, sum kunnu kunnu upplivast í Føroyum, sigur listamaðurin.
Harry Knudsen hevur hevur fingist við málningalist seinastu fimtan árini, og hevur havt framsýningar í Føroyum og Danmark.
Fernisering verður í Mentamálaráðnum mikudagin 23. januar klokkan 15, og øll eru vælkomin.
Framsýningin er opin í vanligu arbeiðstíðini hjá Mentamálaráðnum.