Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, hevur økt játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 millión kr. í fíggjarlógaruppskotinum. Økta játtanin er ætlað til at seta í verk eina lønarskipan, so listafólk fáa tryggari livikor og arbeiðsnáðir í longri tíðarskeið.
Talan er um slóðbrótandi skipan, har Føroyar taka eitt stórt mentanarpolitisk stig rætta vegin, tí við listafólkalønini viðurkennir politiski myndugleikin loksins av álvara týdningin, sum listaligt arbeiði hevur fyri føroysku mentanina.
Rigmor Dam sigur, at skipanin fer at bøta um korini hjá listafólkum, sum arbeiða burturav við list á føroyska listapallinum.
- Tað skal ikki undirmetast, hvussu langa tíð tað til dømis tekur at skriva eina dygdargóða bók, at framleiða ein film ella at komponera eitt musikkstykki. Dygd og tíð hanga aloftast saman. Við hesari raðfestingini virðismeta vit tað stóra arbeiði, okkara listafólk gera, og vit viðurkenna tørvin á eini tryggari inntøku fyri at kunna hugsavna seg um listina, sum so ríkliga kemur okkum øllum til góðar, sigur landsstýriskvinnan.
Skipanin við listafólkaløn fer at virka undir verandi Mentanargrunni, sum annars heldur fram óbroyttur. Munurin á listafólkalønum og starvslønunum er tó, at listafólkalønir verða lætnar eftir tilmæli frá eini setanarnevnd, ið er mannað við fakfólki. Harvið verða dygd og fakligheit avgerandi. Harumframt verður listafólkalønin altíð latin í trý ár. Tó er møguligt at leingja játtanina upp til tvær ferðir trý ár afturat – so hon tilsamans kann veitast sama listafólki upp í níggju ár.
Ætlanin er, at um trý ár, tá skipanin er fult útbygd, kunnu níggju listafólk vera í skipanini.
Tey, ið fáa listafólkaløn kunnu ikki vera í øðrum føstum starvi samstundis, men kunnu tó hava inntøkur frá sínum listaliga arbeiði umframt, so talan er í roynd og veru um eina minstulønarskipan.
Listafólkalønin svarar – eins og starvslønin – til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Fyri at skipanin við listafólkaløn kann koma í gildi, krevst ein broyting í kunngerðini um Mentanargrunnin. Hendan broyting verður send til hoyringar í næstum, og tískil kann vera, at onkrar broytingar koma fyri.
- Men greiða málið hjá samgonguni er, at játtanin til Mentanargrunnin skal koma upp á tilsamans 10 milliónir krónur. Við hækkaðu játtanini á nýggju fíggjarlógini er hon komin upp á tilsamans 8,9 milliónir krónur, so nú er ikki langt á mál, staðfestir Rigmor Dam.