Nevndin, ið Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett at standa fyri listprýðing av skúladeplinum Glasir, er farin til verka.
Endamálið hjá listprýðisnevndini er at tryggja, at listarliga prýðingin av Glasi er á høgum listarligum stigi, og at listin, ið verður vald, er í góðum samanspæli við arkitekturin.
"Samanspælið millum arkitektur og list er týðandi fyri, um fólk kenna seg væl og trívast í einum bygningi, og tá tað kemur til eina so stóra verkætlan sum hesa, er listin av avgerandi týdningi fyri heildarupplivingina. Eg eri serstakliga spent upp á at síggja úrslitið, tá skúlin verður tikin í nýtslu," sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Sum er, eru ongar reglur fyri, hvussu stórur partur av byggikostnaðinum skal nýtast til list. Í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn stendur, at 515 mió. kr. eru settar av til at byggja fyri, íroknað innbúgv og útgerð, og harav eru 3 mió. kr. settar av til listprýðing. Hetta svarar til 1% av handverkaraútreiðslunum. Ætlanin er, at arbeiðið hjá listprýðisnevndini skal verða grundarlag fyri framtíðar leiðreglum fyri list í almenna rúminum.
Listprýðisnevndin er sett við umboðum fyri bygningseigara, arkitekt, brúkarar, listfrøði og listafólk. Í nevndini eru Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í nevndini, Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, Finn Nørkjær, arkitektur hjá BIG, Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverk, Hansina Iversen, listakvinna og Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur.
Listprýðisnevndin fer í næstum at bjóða uppgávuna at listprýða bygningin út.
Mynd: Listprýðisnevndin á Glasi
GG! Finn Nørkjær, limur í listprýðisnevndini, er ikki á myndini, men Ole Elkjær-Larsen, ið møtti á fundi fyri hann