Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, og Listafólkasambandið hava nú gjørt avtalu um, at LISA í næstum flytir inn í Hoydølum.
LISA fær nýtslurætt yvir Gentukostdeildini umframt garasjuni og roykirúminum nærhendis, og LISA fær somuleiðis atgongd til auluna og fimleikarhøllina, meðan skúlabygningurin, sum ikki er ráðiligur at nýta í verandi líki, verður umvældur.
Síðani avgerð varð tikin um, at LISA og Tjóðsavnið í felag skulu hýsast í Hoydølum, hava Mentamálaráðið, Tjóðsavnið, Listafólkasambandið og Landsverk tingast um, hvat best var at gera.
Málið hevur drigið út, serliga tí at nógv umvælingararbeiðið skal gerast, áðrenn hølini kunnu nýtast til fullnar.
Men nú fegnast Høgni Hoydal, landsstýrismaður, um, at lív aftur kemur í Hoydalar.
- Nú ivamálini loksins eru avgreidd, kann mentanarliga virksemið flyta inn. Tað verður áhugavert at síggja, hvørja menning hetta fer at hava við sær fyri LISA, og vit eru mong, sum gleða okkum til tær spennandi mentanarligu upplivingarnar, sum fara at spretta í Dalinum Fagra, sigur Høgni Hoydal.
Enn verður sjálvur skúlabygningurin ikki tikin í nýtslu, tí Landsverk hevur staðiliga mælt frá tí, soleiðis sum bygningurin stendur í løtuni. Hartil hava bæði Tjóðsavnið og LISA sett ynski fram um smærri umvælingar, broytingar og tillagingar til nýggja virksemið.
Tá skúlabygningurin er umvældur, er ætlanin, at Tjóðsavnið og LISA býta bygningin soleiðis ímillum sín, at Tjóðsavnið fær 2. og 3. hædd, meðan LISA skal húsast á 1. hædd.
Sáttmáli verður tó beinanvegin gjørdur við LISA um nýtsluna komandi tíðina, og hesin sáttmálin verður so endurskoðaður, tá umvælingarnar av høvuðsbygninginum eru framdar - og Tjóðsavnið og LISA í felag kunnu flyta inn og býta hæddirnar endaliga ímillum sín.