Øll føroysk lesandi á hægri útbúgvingum fáa nú lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar í árinum.
Tað sæst í uppskotinum um fíggjarlóg, sum varð lagt fram í dag.
Í grannalondunum fáa lesandi lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar, men higartil hava føroysk lesandi ikki fingið lestrarstuðul í juli mánaði.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fegnast um hetta týdningarmikla framstig.
– Vit vilja eggja føroyskum ungdómi til at lesa í Føroyum. Tí hava sett okkum sum mál, at føroyski lestrarstuðulin skal vera kappingarførur við tann danska, so tað ikki eru fíggjarligar orsøkir, sum gera, at fólk aftra seg við at lesa í Føroyum. Hetta er eitt stórt stig rætta vegin, staðfestir landsstýriskvinnan.
Rigmor Dam vísir á, at eins og hjá øllum øðrum eru føstu útreiðslurnar hjá okkara hægri lesandi júst tær somu í juli, sum tær eru allar hinar mánaðirnar í árinum.
Hartil hava lesandi eisini tørv á feriu, eins og øll onnur.
- Okkara ungmannafeløg og MFS, sum umboðar føroysk lesandi, hava áhaldandi víst á tørvin av at fáa lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar. Nú fingu vit tað við í fíggjarlógina, sigur Rigmor Dam.
Í fjør hækkaði samgongan lestrarstuðulin til hægri lesandi við 500 krónum, umframt at stakir uppihaldarar tá fingu lestrarstuðul 12. mánaðin.
Men nú fáa øll, sum eru undir hægri útbúgving í Føroyum, lestrarstuðul alt árið.