Umframt umfatandi útbyggingar innan skúla- og útbúgvingarøkið, skal lestrarstuðulin hækka komandi árini. Hetta sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Í uppkotinum til karmar frá Mentamálaráðnum verður sagt, at lestrarstuðulin til lesandi á hægri útbúgvingum skal hækka.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna sigur, at um vit vilja hava fleiri ung fólk at velja Føroyar sum lestrarland, má føroyski lestrarstuðulin vera kappingarførur við tann danska, tí allir føroyingar, sum eru innskrivaðir á útbúgvingarstøðum uttan fyri Føroyar, fáa í løtuni danskan lestrarstuðul.
- Vit eru eftirbátar á fleiri økjum, tá ið umræður lestrarstuðul, bæði í mun til vanliga stuðulin, stuðul til forsyrgjarar, íbúðarstuðul og at lesandi ikki fáa lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar í árinum. Hetta ynskir samgongan at arbeiða miðvíst fyri at loysa komandi trý árini, sigur Rigmor Dam, sum sostatt tekur fyrsta stigið á leiðini nú karmarnir fyri 2017 verða lagdir, so játtanin til økið kann hækka í fíggjarlógini fyri 2017.
Risa útbyggingar á útbúgvingarøkinum
Eisini í mun til útbyggingar á útbúgvingarøkinum hevur samgongan stórar ætlanir, og nógvar íløgur eru í væntu komandi árini.
Í langtíðarkørmunum eru nærum 100 mió. krónur settar av til útbyggingar og umvælingar á økinum í 2017, og er hetta nógv størsta samfelagsliga íløguøkið í løtuni.
Risa byggiætlanin Glasir verður liðug komandi ár, og farið verður undir kampus á Frælsinum, har Setrið kemur at húsast framyvir.
Harumframt er nýggjur húsarhaldsskúli í Klaksvík og eftirskúli í Suðuroy millum íløgurnar hjá samgonguni komandi árini, tí samgongan heldur tað vera umráðandi, at góð og fjølbroytt skúlatilboð eru til ungdómar kring alt landið.