13.07.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Leivur Frederiksen settur sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Leiv Frederiksen í starvið sum fyrstalærara í Velbastaðar skúla. Leivur er 40 ára gamal, tók læraraprógv í Danmark á Skårup Seminarium, journalistútbúgving á Danmarks Medie og Journalisthøjskole umframt námsfrøðiliga leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetur Føroya.
Leivur hevur virkað sum lærari í Danmark á Oure Idrætsefterskole, í Argja skúla og í Sankta Frans skúla í Havn. Leivur hevur harumframt drúgvar leiðsluroyndir í sambandi við starvið sum journalistur, redaktørur og samskipari á tíðinda- og ítróttaøkinum í Kringvarpi Føroya tíðarskeiðið 2008-2019.
Leivur tekur við starvinum sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla tann 1. august 2021.