Mentamálaráðið stuðlar fýra leiklistaverkætlanum við tilsamans 450.000 krónum.
Tær fýra verkætlanirnar, sum hesaferð fáa stuðul av játtanini til yrkisleiklist, fevna bæði um fyrireiking til leikir, verkstovur, leikuppseting og leiklistafestivalin Dagarnir 2016.
Verkætlanirnar eru:
GUT//Productions v/ Mariann Hansen 50.000 kr. til listaliga gransking sum fyrireiking til leik.
Teatur Grugg v/ Súsonnu Tórgarð 125.000 kr. til uppseting av finska leikinum Sangir við gráa havsins strendur eftir Pipsa Lonka
Marita Dalsgaard 75.000 kr. til fyrireiking av griksku tragediuni Medea eftir Euripedes
Leikarafelag Føroya 200.000 kr. til norðurlendska leiklistafestivalin Dagarnir 2016
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum heldur, at játtanin hevur stóran týdning fyri úrvalið og menningina av yrkisleiklist í Føroyum. Umframt játtanina til Tjóðpall Føroya er tað sera gott, at leikbólkar og onnur hava møguleika at søkja stuðul til ymiskt leiklistaligt arbeiði.
Stuðulin til yrkisleiklist, sum í ár er 450.000 kr., verður latin á hvørjum ári eftir tilmæli frá Leiklistaráðnum, ið virkar sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.
Inn komu seks umsóknir, sum tilsamans søktu um 1.2 mió. kr.
Mynd: Frá “Operation Valentine”.