LISA og Uttanríkis- og mentamálaráðið hava í dag undirskrivað leigusáttmála um bygningar í Hoydølum. LISA fær nú nýtslurætt til Gentukostdeildina umframt garasjuna og hjallin nærhendis.
LISA flytur inn 1. august.
Ætlanin var, at LISA saman við Tjóðsavninum skuldu flyta inn í høvuðsbygningin í Hoydølum, men Landsverk hevur staðiliga mælt frá, at bygningurin verður tikin í nýtslu, soleiðis sum hann stendur í løtuni. Landsverk hevur kannað standin á høvuðsbygninginum, og næsta stigið er síðani at fyrireika umvælingarnar.
“Eg eri fegin um, at vit endiliga hava gjørt leigusáttmála við LISA um Gentukostdeildina í Hoydølum, og eg gleði meg til at síggja, hvussu mentanarlívið fer at trívast í Hoydølum komandi árini,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Mynd omanfyri: Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA, og Martin Næs, deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.
Mynd niðanfyri: Hansina Iversen, næstforkvinna í LISA, Jenis av Rana, landsstýrismaður, Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA, og Martin Næs, deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.