1 / 10
Droymir tú um eina flotta og rúmliga skrivstovu í einum hugnaligum pakkhúsi?
Sendistova Føroya í Keypmannahavn hevur í løtuni tríggjar skrivstovur tøkar:
- Skrivstova 1: 15m2/Pláss til 1 persón
- Skrivstova 2: 24m2/Pláss til 2 persónar
- Skrivstova 3: 30m2/Pláss til 3 persónar
Vit búleikast á Christianshavn og eru á 4. hædd á Norðurbryggjuni. Gongufjarstøðan til sendistovuna er 800 metrar frá ávikavist Christianshavns/Metro og Kongens Nytorvs/Metro.
Okkara skrivstovur eru mitt í býnum í einum livandi og listarligum umhvørvi. Sendistovan liggur við Krøyers Bassin, tætt við Inderhavnsbroen og Nyhavn.
- Tvey stór fundarhøli
- Starvsfólkarúm
- Lyft og vesi til rørslutarnað
- Møguleiki fyri parkeringsplássi
- Café á niðastu hædd í húsinum
- Tætt við handlar og matstovur
- ”Broens – Gadekøkken” opið um summarið
- “Broens – Skøjtebane” opin um veturin
- Tætt við Operuna og Kgl. sjónleikarhúsið
Leigan av hølum er úr kr. 7.600 um mánaðin.
Vinarliga setið tykkum í samband við okkum og fáið nærri kunning.
Teldupostur: copenhagen@ummr.fo
Tlf.: +45 32 83 37 70