Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Jørgen Meitilberg í starvið sum leiðara á Studna frá 1. mars 2018 at rokna.
Jørgen Meitilberg er 42 ára gamal og útbúgvin cand.mag. í søgu og stjórnmálafrøði.
Jørgen Meitilberg hevur týðandi leiðsluroyndir sum fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya. Harumframt hevur hann arbeitt sum fulltrúi í Mentamálaráðnum í nøkur ár.
19 umsóknir vóru til starvið.