04.02.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

LEIÐARASKIFTI Á RÁSINI Í RUNAVÍK

Durita Joensen, stjóri í Runavíkar Skúla, er í dag fyribils sett til eisini at vera leiðari á Rásini í Runavík.

Samstundis hevur Mentamálaráðið fríttstillað Morten Hust Petersen, leiðara á Rásini. Orsøkin er samstarvstrupulleikar á stovninum í longri tíð og at álit ikki longur er á leiðaranum.