Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, vitjar í dag sjómansskúlarnar í Marstal og í Svendborg. Endamálið við vitjanunum er at kunna seg gjøllari um útbúgvingarnar á hesum báðum skúlum og tosa við leiðslurnar um, hvørjar broytingar og tillagingar, skúlarnir arbeiða við.
Í samgonguskjalinum er m.a. ásett, at: ”Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum skulu uppstigast til bachelor og masterstig. Møguleiki skal framhaldandi eisini vera fyri at taka maritimar útbúgvingar uttan krav um miðnám.”
Landsstýrismaðurin heldur, at tað er umráðandi, at hann setur seg væl inn í maritimu útbúgvingarskipanirnar í okkara grannalondum, áðrenn hann tekur støðu til møguligar broytingar á okkara skúlum.