Í sambandi við 20 ára føðingardagin hjá KRIS var landsstýrismaður boðin á vitjan á stovninum.
Á vitjanini, sum var 30. november, varð m.a. umrødd royndarverkætlanin um fyribyrging og tamarhaldi av kynsligum ágangi á børn og ung, sum Kris hevur fingið stuðul, kr. 75.000 til at skipa fyri í skúlum, sum taka av hesum tilboði. Verkætlanin byrjaði í januar 2020, men orsakað av Korona fyrisipanum í vár, so er verkætlanin longd til eisini at fata um skúlaárið 2020-21. Fyriskiparnir hava havt framløgur í fleiri skúlum kring landið, byrjað varð í Eysturoynni, men tiltøk hava eisini verið í Suðuroy og í Streymoynni.
Stigtakarnir hava fingið góðar afturmeldingar frá skúlunum bæði, hvat er viðkomandi og týdningin at viðgera evnið, at tað er umráðandi at seta orð á hesi viðurskifti, hvussu vit kunnu varnast trupulleikan, og hvussu vit tosa við børn, um vit hava illgruna um, at tey eru fyri kynsligum ágangi. Eisini er umráðandi at vísa á barnrættindasaáttmálan, hvat er óhóskandi atburður og at umrøða, hvussu heilin virkar í serligum støðum í sambandi við m.a. trauma og kenslur.
Stigtakararnir løgdu dent á, at hetta er eitt evni, sum lærarar og pedagogar eiga at læra um í síni útbúgving. Við upplýsing og undirvísing kunnu vit náa langt, at kunna um og vísa børnunum, at vit tora at tosa um evnið, kunnu vit steðga møguligum kynsligum ágangi. Tí tað er ein samfelagsskylda at forða fyri, at nakað barn skal uppliva kynsligan ágang, og fyri at basa trupulleikanum mugu vit tora at tosa um hann og síggja tekini.
Á myndini eru Jenis av Rana, landsstýrismaður og Sigvør Gregersen, Beinta M. Pedersen, Óluva Højgaard, Gvøðbjørg West og Malan Kjærbo frá KRIS.