30.03.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

LANDSSTÝRISMAÐURIN VITJAR Á FRÓÐSKAPARSETRINUM

Hósdagin 29. mars vitjaði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, á Fróðskaparsetrinum.

Saman við leiðslu, stýrisformanni o.ø umboðum fyri starvsfólkahópin tók Sigurð í Jákupsstovu, rektari, ímóti landsstýrismanninum á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni. Seinni varð farið oman á Føroyamálsdeildina á Debesartrøð.

Á skránni vóru stuttar framløgur um virksemið á Fróðskaparsetrinum sum heild, um undirvísing, gransking og samstarv við aðrar stovnar bæði innanlands og uttanlands. Landsstýrismaðurin fekk eisini høvi at síggja hølis-, arbeiðs- og lestrarumstøðurnar á Fróðskaparsetrinum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fegnast um alt virksemið innan undirvísing og gransking, sum fer fram á Fróðskaparsetrinum, og hann vónar, at tað fer at eydnast nýggju leiðsluni at fáa enn fleiri føroyingar at taka Fróðskaparsetrið til sín, sum flaggskipið í útbúgvingarskipan okkara.