Landsstýrismaðurin til móttøku og miðlatiltak í Keypmannahavn
Seinnapartin í gjár luttók landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, á móttøku, sum sendistova Føroya í Keypmannahavn skipaði fyri.
Móttøkan var fyri innbodnum umboðum fyri sendistovur í Keypmannahavn, altjóða stovnar og danskar stovnar, ið vara av Føroyum og føroyskum uttanríkispolitiskum viðurskiftum.
Ein av uppgávunum hjá sendistovuni í Keypmannahavn er at røkja samband við hesar stovnar og tær umleið 80 sendistovurnar, ið eru í Keypmannahavn.
Ein fastur táttur er at vera vertur fyri einum árligum tiltaki, ið savnar sendistovur og umboð fyri stovnarnar sum sendistovan samstarvar við. Til tiltakið luttóku umboð fyri áleið 50 sendistovur. Til tiltakið vóru eisini fólkatingslimir, umboð fyri danska forsætismálaráðið, uttanríkisráðið, verjumálaráðið, eins og aðrir samstarvsfelagar.
Til móttøkuna flutti landsstýrismaðurin fram røðu. Landsstýrismaðurin greiddi í røðuni frá Føroyum og uttanríkispolitisku ætlanunum hjá landsstýrinum.
Aftan á røðuna hjá landsstýrismanninum, framførdi Drifa Hansen føroyskar sangir, meðan Riivo Sarapik spældi klaver.
Miðlatiltak fyri altjóða miðlum
Fyrrapartin í gjár var tiltak við landsstýrismanninum í International Press Centre í Keypmannahavn fyri útlendskum miðlum, sum virka í Danmark og Norðurlondum.
Á tiltakinum hevði landsstýrismaðurin framløgu um Føroyar og Føroyar í altjóða samfelagnum, harímillum støðu Føroya til russisku innrásina í Ukraina og nýggju geopolitisku støðuna í Norðurhøvum.
Miðlarnir høvdu høvi at seta spurningar. Spurt var um ymiskt, fyrst og fremst fiskiveiðusamstarvið við Russland og miðlasøgurnar um at russisk fiskifør njósnast. Eisini var spurt eitt nú um útlit fyri broytingum í ríkisrættarligu støðu Føroya, um føroysku ferðavinnuna, spurningin um gongd í haga og tankarnir hjá landsstýrismanninum um vánir og luttøkuna hjá Reiley í Eurovision sangkappingini.
Á tiltakinum luttóku miðlar so sum AFP, Reuters, Associated Press, Sveriges Radio, Deutsche Presse Agentur og EU Observer, og miðlafólk úr londum sum Japan, Pólland, Sveis, Kina, Hollandi, Spania og Grønlandi. Tiltakið var stroymað, so miðlar kundu eisini luttaka umvegis netið.
Miðlatiltakið var fyriskipað í samstarvið við International Press Centre. Sí meira kunning um International Press Centre.