Landsstýrismaðurin í mentmálum setti saman við borgarstjóranum í Reykjavík mentanarnáttina í Reykjavík
Stóra árliga mentanarnáttin í Reykjavík er í dag, 23. august og hesaferð var tað Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum setti tiltakið, saman við borgarstjóranum í Reykjavík Degi B. Eggertssyni.
Hetta var samstundis upplating av framsýningini ”Flytifuglar” hjá Tróndi Patursson í glæsiliga mentanarhúsinum Hørpu í Reykjavík.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, nam við sambandið millum ljósið, listina og vísindina, tá hann samanbar, hvussu listamaðurin Tróndur Patursson og vísindamaðurin Niels R. Finsen, hvør á sín hátt hava brúkt ljósið í sínum lívsverkum. Talan kann lesast her - sí leinki: http://www.mmr.fo/Default.aspx?pageid=20765
Eftir setanina varð farið upp á gólv við Fuglakvæðnum, sum limir í Sláið Ring stóðu fyri, saman við føroyingum í Íslandi. Føroyski tónleikabólkurin Orka setti sín dám á dansin við at flætta eina nýtulking inn í sjálva framførsluna.
Føroyska Greta Svabo Bech var eisini á skránni í Hørpu.
Skipað var fyri føroyskum mentanartiltaki í føroysku sendistovuni í Reykjavík, har føroysk list varð sýnd fram og Martin Joensen spældi. Borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortesen setti hetta tiltakið, sum var væl vitjað av føroyingum og føroyavinum.
Mentanarnáttin byrjaði longu í morgun við Reykjavíkar marathon, har fleiri føroyingar runnu við saman við luttakarum frá yvir 60 londum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, tók eisini lut.