Í sambandi við at mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Vági mikukvøldið 15. januar, nýtir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, samstundis høvið at gera eina rundferð í Suðuroynni.
Í døgunum 14. til 16. januar fer landsstýrismaðurin at vitja skúlar og stovnar undir Mentamálaráðnum, umframt aðrar samstarvspartar.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at slíkar vitjanir hava týdning fyri dagliga samskiftið innan økið. Harumframt er hetta ein greiður fyrimunur, til tess at skilja hvønn annan betri, tá ið framtíðarætlanir skulu setast út í kortið.