31.08.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

LANDSSTÝRISMAÐURIN Í MENTAMÁLUM TIL PARALYMPISKU LEIKIRNAR Í LONDON

Í hesum døgum verða Paralympisku Leikirnir (PL) hildnir í London, og ungi evnaríki sandingurin Ragnvaldur Jensen fer at umboða Føroyar í svimjing. Hann svimur 100 m bringu í bólki fyri menningartarnað.

International Paralympic Committee (IPC) hevur boðið landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, við til leikirnar, sum byrjaðu við stórfingnari setan mikukvøldið 29. august.

PL eru eitt risa stórt tiltak, har heimsins dugnaligastu ítróttarfólk við rørslu- ella menningartarni luttaka. Krøvini eru høg og kappingin um plássini hørð, har bert tey evnaríkastu megna at sleppa við. Vit í Føroyum kunnu tí vera errin av at hava ein luttakara við, sum hevur megnað kravtíðirnar. Og spennandi verður at fylgja 22-ára gamla Ragnvaldi og stríði hansara at vinna okkum olympiskt heiðurstekin.

PL í London eru ómetaliga væl fyriskipaðir. 160 lond eru umboðað við íalt 4200 luttakarum í 20 ítróttargreinum. Bretski høvuðsstaðurin er gjørdur út til at móttaka áskoðarum í hópatali. Eini 3000 sjálvboðin eru við til at fáa leikirnar at eydnast so væl, sum til ber. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, er hugtikin av PL og av at fylgja kappingunum. ”Tað er hugtakandi at síggja, hvussu stóra orku tey luttakandi ítróttarfólkini leggja í kappingina, og hvussu nógv tey megna, hóast tey bera brek, sigur Bjørn Kalsø.”

Umframt at hava verið við til setanina og kappingar í paralympisku parkini, vitjað í paralympiska býnum, har Ragnvaldur við fylgi eisini býr og venur, hevur landsstýrismaðurin saman við Jógvan á Lakjuni, løgtingsformanni, m.a. hitt bretska varaforsetan Nick Clegg og David Wootton, Lord Mayor fyri London.

Á myndini er Bjørn Kalsø saman við Rúna Gaardbo, venjara, Ragnvaldi Jensen, svimjara, og Jógvan Jensen (Egga), form. í ÍSB.