Í gjár hitti landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum aðalskrivaran í Altjóða Bláa Krossi, Anne Babb, og Bedingar Ngarossorang, verkætlanarleiðari fyri “Life Skills”-verkætlanina í Kjadd, sum landsstýrið stuðlar. Landsstýrið stuðlar verkætlanini umvegis Bláa Kross Føroyar og Altjóða Bláa Kross.
Í summar undirskrivaðu landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum og aðalskrivarin í Bláa Krossi Føroya, Petur Jákup Petersen, eitt semjuskjal um at skipa ein leist fyri altjóða menningarsamstarvi.
Samstarvið fevnir um menningarátøk, har dentur m.a. verður lagdur á máttmenning (capacity development) innan raðfestu økini, sum eru heilsa og at útbúgva børn og ung – serliga gentur, sum skulu fáa førleikar til at kunna lívbjarga sær á haldgóðum grundarlagi.
Hesi átøkini eru í samsvari við tey mál, sum Føroyar hava sett, og eisini í tráð við heimsmálini hjá ST.
Á fundinum bleiv landsstýrismaðurin kunnaður um verkætlanina “Life Skills and Peer Education.” Endamálið við verkætlanini er m.a. at hjálpa ungum úr rústrupulleikum og at fyribyrgja harðskapi. Verkætlanin hevur eisini til endamáls at stuðla undir, at tey ungu gerast meira kensluliga, sosialt og fíggjarliga sjálvbjargin.