Landsstýrismaðurin hitt norska uttanríkisráðharran, Espen Barth Eide

Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, hitti í dag norska uttanríkisráðharran, Espen Barth Eide, í Oslo. Hetta er fyrstu ferð, at ein sínámillum fundur er millum starvsbrøðrurnar, hóast teir áður hava hitst og luttikið á fundum saman, m.a. í NATO høpi.
Á fundinum varð uttanríkis- og trygdarpolitiska støðan í heiminum umrødd, umframt felags avbjóðingar í Norðuratlantshavi og Arktis. Landsstýrismaðurin kunnaði somuleiðis um §6 nevndina, ið skal greiða spurningin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO, og um komandi formansskapin í Arktiska Ráðnum, sum Føroyar, Grønland og Danmark yvirtaka frá Noreg í mai. Eisini varð skift orð um tvílandaviðurskifti, herundir handil og fiskivinnu, og møguligt tættari samstarv á nettrygdarøkinum.