24.06.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

LANDSSTÝRISMAÐURIN FINGIÐ SKRIV FRÁ NÆMINGUM UM TRIVNAÐ

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, fekk í dag handað skriv um trivnað í fólkaskúlanum frá Lailu Neshamar, Karolinu Hansen og Marius Ihlen Garðshorn, sum ganga í 8.flokki. Tey trý hava arbeitt við verkætlanini Hví happa?, sum fekk stóra undirtøku.

Í skrivinum, sum eisini er undirskrivað av fakfeløgunum, áhugafelagnum og øðrum, verður m.a. mælt landsstýrismanninum til at seta eina trivnaðarkanning í verk komandi skúlaárið.

Landsstýrismaðurin takkaði fyri skrivið, og segði næmingunum, at Mentamálaráðið hevur sum mál, at gera ein nýggja kanning í 2014 um happing í Fólkaskúlanum. Eisini segði landsstýrismaðurin, at hann fegnaðist um, at ungfólk vísa hesum týdningarmikla málið áhuga.

Umframt næmingarnar, vóru eisini umboð fyri fakfeløg og onnur til staðar, tá skrivið varð handað landsstýrismanninum.

Skrivi sæst her Skriv frá næmingum um trivnað handað 24. juni 2013.pdf