Landsstýrismaðurin á ráðstevnu um trúarfrælsi og mannarættindi
Mikudagin 22. september luttekur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, á ráðstevnuni ”Trosfrihed - den glemte menneskeret?” á Christianborg, har landsstýrismaðurin skal hava framløgu.
Ráðstevnan verður fyriskipað av felagsskapinum Open Doors í samstarvi við Ullu Tørnæs, fólkatingskvinnu og fyrrverandi ráðharri fyri menningarsamstarv. Á ráðstevnuni luttaka eisini m.a. Ane Halsboe-Jørgensen, danskur kirkjumálaráðharri, og Flemming Møller Mortensen, danskur menningarmálaráðharri.
Open Doors er altjóða felagsskapur, ið arbeiðir fyri at stuðla fólki, sum er forfylgd orsaka av teirra kristnu trúgv. Mett verður, at kring heimin eru meira enn 340 milliónir kristin, ið eru fyri mismuni ella forfylgd orsakað av teirra trúgv.
Sí meira kunning um ráðstevnuna her.