Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur verið á norðurlendskum ráðharrafundi innan mentan (MR-K). Ráðharrafundurin varð hildin í svenska stjórnarbygninginum Rotundan í Stockholm 23. apríl.
Á fundinum umrøddu ráðharrarnir m.a. uppskotið til fíggjarætlan hjá Norðurlendska ráðharraráðnum á mentanarøkinum fyri 2014, eins og virkisætlanin fyri tíðarskeiðið 2013-2020 fekk gjølliga umrøðu. Gjørt er av, at í 2014 skulu sparast 5 % á mentanarøkinum í mun til 2013. Landsstýrismaðurin gjørdi í hesum sambandi vart við týdningin av virkseminum hjá Norðurlandahúsinum í Føroyum, og hann legði dent á, at havast mátti í huga, at uppgávurnar hjá Norðurlandahúsinum í Føroyum eru so nógv meiri umfatandi enn tær hjá samsvarandi húsum í hinum Norðurlondunum.
Av øðrum málum, sum vórðu umrødd, kunnu t.d. nevnast norðurlendska barna- og ungdómsbókmentavirðislønin, sum mentamálaráðharrarnir, hava arbeitt við í eina tíð, og sum verður latin á fyrsta sinni seinni í ár. Umrøða var eisini av Nordic-Cool átakinum í Washington í februar-mars í ár, sum norðurlendska ráðharraráðið stuðlaði væl, Semja var um, at talan var um eitt sera væleydnað tiltak. Boðað varð í hesum sambandi frá, at norðurlendsku sendiharrarnir í París, hava sett ynski fram um eitt líknandi norðurlendskt mentanarátak í París í 2016 ella 2017.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hetta var ein áhugaverdur ráðharrafundur, og hann vísir á, at tað mangan spyrjast ítøkilig úrslit burtur úr norðurlendska samstarvinum, sum hava stóran týdning fyri okkum, og nevnir bæði Nordic-Cool átakið og Norðurlendsku barna- og ungdómsbókavirðislønina sum tvey dømi um hetta.
Næsti ráðharrafundur innan mentan verður í Oslo seinast í oktober í ár.