Landsstýrismaðurin á ráðharraráðstevnu um komandi ES granskingarsáttmála
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur verið á ráðstevnu í Keypmannahavn 1. og 2. februar 2012, har granskingarmálaráðharrar úr Europa umrøddu og kjakaðust um uppskot til nýggjan europeiskan granskingarsáttmála.
Danmark hevur ES formansskapin fyrra hálvár 2012, og hevur í hesum tíðarskeiði ábyrgd av politisku samráðingunum um ein nýggjan ES granskingarsáttmála. Í juni 2010 undirskrivaðu Føroyar, sum atlimur, sáttmálan um evropeiskt granskingarsamstarv, eisini nevndur FP7. Nýggi sáttmálin fyri tíðarskeiðið 2014-2020 ber heitið Horizon 2020.
Horizon 2020 skal vera við til at fáa Europa burturúr kreppuni við at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss. Dentur verður lagdur á, at skipanin skal vera meira smidlig og atkomulig hjá smærri og miðalstórum virkjum.
Nýggja stuðulsskipanin verður munandi størri og breiðari, og lagt verður upp til at samantvinna stuðul til gransking og nýskapan, fyri at skunda undir at loysa nakrar av stóru avbjóðingum í Europa eitt nú innan heilsuøkið, matvørutrygd, grøna orku, burðadyggan landbúnað, hav og havgransking, veðurlagsbroytingar, grøna orka v.m.
Tað var danski granskingarmálaráharrin Morten Østergaard, sum bjóðaði Bjørn Kalsø at vera við á ráðstevnuni. Landsstýrismaðurin heldur, at tað hevur týdning at kunna seg gjøllari um, hvat fer fram á hesum týðandi øki. “Útbúgving, gransking, nýskapan og íverksetan verða mett sum mest týðandi íløgur í framtíðina, og tí hevur tað týdning, at vit fylgja væl við, so vit fáa sum mest burturúr okkara egna avmarkaða tilfeingi og kunnu troyta teir stóru stuðulsmøguleikar, sum vit hava atgongd til á hesum øki.”