Landsstýrismaðurin á fundi í NATO-høvuðssætinum millum uttanríkisráðharrar úr Norðurlondum, Kanada og USA
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, luttók í dag á uttanríkisráðharrafundi í NATO-høvuðssætinum í Brússel. Somu uttanríkisráðharrar og umboð fyri londini hittust í Iqaluit í Kanada í september, meðan verjumálaráðharrarnir umboðandi londini á norðurleiðum somuleiðis hittust í NATO-høvuðssætinum í oktober. Í dag luttóku uttanríkisráðharrarnir, Anthony Blinken, úr USA, Mélanie Joly, úr Kanada, Espen Barth Eide, úr Noreg, Thórdis Kolbrún Reykfjørð Gylfadóttir, úr Íslandi, og Maria Malmer Stenergard, úr Svøríki, meðan Danmark, Grønland og Finnland vóru umboðað á embætisstigi.
Á fundinum vórðu raðfestingar hjá londunum á uttanríkispolitiska økinum umrødd, serliga við denti á trygd í norðurhøvum. Landsstýrismaðurin vísti á týdningin av samskipan í sambandi við millum annað nettrygd, vernd av samfelagstýðandi undirstøðukervi, umframt samstarvi millum myndugleikar í londunum í sambandi við venjingar í NATO-høpi.
Í morgun helt landsstýrismaðurin røðu um trygd og verju í Arktis á tiltakinum Arctic Futures Symposium, ið verður hildið á hvøjum ári í Brússel.