Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur valt fimm umboð í Yrkisútbúgvingarráðið eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfeløgum og Mentamálaráðnum.
Uppgáva ráðsins er at viðgera mál viðvíkjandi arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingum og at geva landsstýriskvinnuni tilmæli hesum viðvíkjandi.
Formaðurin er tilnevndur av landsstýriskvinnuni, sum eisini hevur valt 4 limir eftir tilmæli frá arbeiðsgevarafeløgunum, og 4 limir eftir tilmæli frá løntakarafeløgunum.
Ráðslimirnir eru valdir fyri eitt 4 ára skeið frá 1. august 2011 til 31. juli 2015. Sí niðanfyri standandi:
Tey nýggju afturvaldu umboðini eru:
• Alfred Petersen, formaður valdur av landsstýriskvinnuni
• Durita Tausen, fyri Mentamálaráðið
• Magnus Magnussen fyri Føroya Handverksmeistarafelag
• Anna Johannesen fyri Starvsmannafelagið
• Suni Simonsen fyri Føroya Handverkarafelag
Hini umboðini í Yrkisútbúgvingarráðnum eru:
• Emy S. Niclasen fyri S&K felagið
• Elin Sørensen fyri Føroya Arbeiðarafelag
• Eyðvør Berg fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag
• Niels Winther fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag
Hesi umboð standa fyri vali um tvey ár.
Yrkisdepilin er fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum.