Í farnu viku tók Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, lut í hátíðardegnum, tá nýggi bygningurin, sum skal húsa Stovni Vigdísar Finnbogadóttur, alment varð tikin í nýtslu í Reykjavík.
Føroyar hava stuðlað verkætlanini at byggja Verøld – hús Vigdísar, sum nýggi bygningurin eitur, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna, helt røðu á almenna tiltakinum og var eisini boðin til døgurða saman við øðrum útlendskum gestum.
Stovnur Vigdísar Finnbogadóttur fyri fleirmæli og tvørmentanarligari fatan er granskingar- og undirvísingarstovnur undir íslendska universitetinum. Stovnurin er uppkallaður eftir fyrrverandi íslendska forsetanum, Vigdís Finnbogadóttir, sum altíð hevur lagt stóran dent á týdningin av fremmandamálsligum førleikum og hevur verið UNESCO goodwill ambassadørur fyri heimsins mál síðan 1998.
Í heilsanini vísti landstýriskvinnan á, at samstarv og vinaband hevur eyðkent sambandið millum Føroyar og Ísland, bæði nú og í farnari tíð. Málkunnleiki hevur stóran týdning í slíkum samstarvi, og tí eiga vit at styrkja kunnleikan til okkara norðurlendsku grannamál, segði landsstýriskvinnan millum annað í røðu síni.
Røðan kann verða lisin her.
Og til ber eisini at hyggja og lurta eftir røðuni og tiltakinum á ruv.is (Føroyska landsstýriskvinnan kemur á pallin 28.30 minuttir inni í sendingi)
Myndin: Gávuhandan. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum saman við Auði Hauksdóttur, professara, og Vigdísi Finnbogadóttur, fyrrverandi forseta Íslands.