Mentamálaráðið hevur í morgun gjørt av at avlýsa landsroyndirnar hesa vikuna.
Skúlarnir hava seinastu tíðina havt undanroyndir í Dokeos skipanini, sum sýntist at virka væl, um ikki ov nógvir næmingar luttóku samstundis. Skipanin er tí tillagað, og skúlarnir eru skipaðir í tveir bólkar, men tíverri vístu royndirnar í morgun, at Dokeos skipanin ikki virkaði nøktandi.
Tað ber tí ikki til at fremja talgildu landsroyndirnar, sum ætlað.
Mentamálaráðið fer at gera eina ætlan fyri, hvussu landsroyndirnar í 2014 verða framdar.