Hetta er sjeyndu ferð, at næmingarnir í 4. og 6. flokki í fólkaskúlanum hava verið til landsroynd. Royndirnar eru skipaðar eftir nøkulunda sama leisti sum frammanundan, men tó eru fleiri dagføringar og tillagingar gjørdar í uppgávunum. Landsroyndin í 2014 skuldi vera teldutøk, og vórðu uppgávurnar til landsroyndina gjørdar til eina teldutøka skipan, men fyrsta royndardagin vísti tað seg, at skipanin ikki virkaði sum ætlað. Landsroyndin var tí útsett í tríggjar vikur, og uppgávurnar vórðu tillagaðar, so at næmingarnir kundu taka landsroyndina á pappíri, sum árini frammanundan.
Næmingarnir bæði í 4. og 6. fl. hava sum heild staðið seg væl í landsroyndini í ár. Í 4. flokki eru miðalúrslitini í lesa og skilja og náttúru og tøkni hægri enn øll árini frammanundan. í 6. flokki eru úrlsitini eisini góð. Framgongd er í støddfrøði í mun til seinastu árini, har miðatalið er 4,19, sum er tað hægsta øll árini undantikið í 2011, tá ið miðatalið fyri landið var 4,22. Somuleiðis er miðalúrslitið í lesa og skilja hægri enn árini frammanundan uttan í 2013, tá miðaltalið var 4,96. Miðaltalið í fyrisøgnini er 4,61, sum er munandi hægri enn seinastu tvey árini, tá úrslitini vóru 4,01 í 2013 og 4,0 í 2012. Onkur undantak eru tó, serliga í mállæru, har miðaltalið er lægri enn øll árini frammanundan undantikið í 2008.
Úrslitini hjá næmingunum í 4. flokki
Fyrisøgn: 92, 1 % av næmingunum liggja frá miðal og uppeftir. Í 2013 vóru tað 88% og í 2012 var úrslitið væl lægri, tá 71,3 % vóru í bólkinum frá miðal og uppeftir. 7,9 % fáa sostatt úrslit, sum eru undir miðal, í mun til 12% í fjør og 28,8% í 2012. Úrslitið vísir eina støðuga framgongd. Tað eru færri næmingar, ið fáa tey vánaligu skotsmálini, og er hetta tal minst í ár.
Lesa og skilja: 97,4% av næmingunum liggja frá miðal og uppeftir. Hetta talið var 92,5 í 2013 og 91,8 í 2012. Tað eru sostatt bara 2,6%, sum liggja undir miðal í mun til 5,5% í 2013 og 8,2% í 2012. Serliga nógvir næmingar, 58% fáa skotsmálið sera gott, sum er nógv hægri enn árini frammanundan, tá hesin næmingabólkur hevur ligið frá 15,1% í 2009 til 32% í 2013.
Støddfrøði: 96,7% av næmingunum liggja frá miðal til sera gott í mun til 93,2% í 2013 og 95,6% í 2012. Tað eru sostatt færri næmingar, sum hava fingið úrslit undir miðal, enn seinastu tvey árini, samstundis sum næmingaparturin, ið liggur frá miðal til sera gott, er hægri. Tað eru tó færri næmingar, ið hava fingið úrslitið sera gott.
Náttúra og tøkni: 98,6 % av næmingunum liggja frá miðal til sera gott í mun til 100% í 2013 og 99% í 2012. Næmingabólkurin, sum fær skotsmálið sera gott, er tó størri enn øll árini frammanundan, 47%, men samstundis eru tað færri, sum fáa úrslitini gott og yvir miðal. Samlaða próvtalsbýtið vísir , at 1,4% fáa skotsmál, sum eru undir miðal. Í 2013 vóru eingir næmingar í hesum bólki og 1,0% í 2012
Úrslitini hjá næmingunum í 6. flokki
Fyrisøgn: Næmingarnir í 6. flokki hava klárað fyrisøgnina væl sammett við seinastu tvey árini frammanundan. 95,6% av næmingunum liggja frá miðal til sera gott í mun til 90,4% í 2013 og 82, 9% í 2012. Úrslitini í 2009 og 2010 vóru tó eitt vet betri enn í ár, tá næmingarnir, ið fingu úrslitini frá miðal til sera gott, vóru 96,6% í 2009 og 96,3 í 2010.
Lesa og skilja: Næmingarnir hava klárað uppgávuna væl, men eitt vet lakari enn í 2013. 94,9% av næmingunum hava fingið úrslitið miðal til sera gott í mun til 97,1% í 2013 og 96,5% í 2012. Samstundis er hetta hægri enn hini árini frammanundan frá 2008 til 2011, tá úrlsitini lógu frá 85,4% til 92,4%. Í 2014 eru tað 73,1% av næmingunum, sum fáa úrslitini gott og sera gott, og er hetta úrslitið hægri enn øll hini árini frammanundan, tá næmingar, sum hava fingið hesi úrslit, hava ligið frá 46,2% í 2011 til 72% í 2009.
Mállæra: Miðalúrslitið í mállæruni er verri enn øll árini frammanundan undantikið tó í 2008, sum var fyrsta royndarárið. 89,5% av næmingunum liggja frá miðal til sera gott, og er hetta lægri enn øll árini undantikið í 2008, tá talið var 75,1% og í 2013, tá 86% lógu frá miðal til sera gott. Øll hini árini hevur næmingaparturin, sum hevur ligið frá miðal til sera gott, verið yvir 90%. Meira enn ein triðingur, 35% av næmingunum, hava fingið úrslitið miðal, og er tað rættiliga stórur partur í mun til árini frammanundan. Samsvarandi hesum er næmingaparturin, ið hevur fingið úrslitini frá yvir miðal til sera gott, minni, 54,5%, sum er tað lægsta øll árinini uttan í 2008, tá 45,9% lógu frá yvir miðal til sera gott.
Støddfrøði: Næmingarnir hava klárað uppgávurnar væl. 91,6% av næmingunum fáa úrslitini frá miðal til sera gott í mun til 85,1% í 2013 og 83% í 2012. Úrslitið er eisini hægri enn hini árini frammanundan undantikið í 2009, tá talið var 92,3%. Næmingaparturin, sum tilsamans fær skotsmálini yvir miðal og gott, er 63,3%, sum er hægri enn øll árini frammanundan, men samstundis er úrslitið sera gott lægri enn seinastu árini.
Náttúra og tøkni: Næmingarnir hava sum heild klárað uppgávurnar væl. 89,9% av næmingunum hava fingið úrslitið yvir miðal til sera gott í mun til 91,5% í 2013 og 68% í 2012. Næmingaparturin, sum fær skotsmálið gott er 53,1%, sum er hægri enn árini frammanundan. Somuleiðis liggur næmingaparturin, ið fær úrslitið sera gott, høgt í mun til árini frammanundan undantikið í 2013, tá 27,1% fingu úrslitið sera gott, sum er tað hægsta øll árini. Flestu næmingarnir liggja frá yvir miðal til sera gott, samstundis sum tað er ein rættiliga lítil partur, ið fær úrslitið undir miðal.
Sí sjálva frágreiðingina um mál, ávegis mál, uppgávur og úrslit her.
Mynd: Skúlin á Argjahamri - tilvildarlig mynd