Unn Joensen letur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum hósdagin 7. mai kl. 15.00. Heitið á sýningini er “Landslag hugans”, og er talan um eina fjølbroytta og forvitnisliga framsýning við bæði málningum, tekningum og tekstilverkum.
Tað at ferðast ígjøgnum hugans landslag kann vera spennandi, men til tíðir eisini ørkymlandi. Unn hevur arbeitt við at finna fram ymiskar tulkingar av ljósum og myrkum litum, sum kunnu setast í samband við hugans landslag.
Unn Joensen er útbugvin Master Of Fine Arts frá Kunstakademiet í Trondheim, Noreg, 2014 og hevur ein Bachelor Of Fine Arts frá Reykjavik 2011.
Tey seinastu árini hevur hon búð uttanlands í sambandi við lesnað, og er framsýningin “Landslag hugans” hennara fyrsta einkarsýning í Føroyum síðan 2007.
Unn hevur verið við á nógvum framsýningum í Føroyum bæði á várframsýningum og ólavsøkuframsýningum, umframt at hon eisini hevur sýnt fram uttanlands bæði í Íslandi, Danmark og Noregi.
Til ferniseringina verður tónleikur við næmingum í Musikkskúlanum í Havn at hoyra. Øll eru vælkomin.