Á tiltakinum Landbúnaður og ferðavinna í Løkshøll fyrrapartin, varð nýggja ætlanin, sum Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnurin hava gjørt, løgd fram. Í ætlanini verða greið og ítøkilig mál sett fyri, hvussu siðvenja, vitan og vørur úr landbúnaðinum kunnu ríka ferðavinnuna, og hvussu ferðavinnan kann gerast eitt týðandi íkast hjá teimum bóndum, sum hava hug at taka lut í henni.
Símun Gullaksen, formaður í Búnaðargrunninum, nevndi, hvussu ferðavinnan kann hjálpa til tess at fleiri, sum eru bóndur afturat øðrum starvi, kunnu starvast fulla tíð sum bóndur, um teir hava hug til tess.
Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari í Visit Faroe Islands, tosaði um, hvussu nógv betri grundarlagið er vorðið seinastu árini, fyri at gera ferðavinnutilboð til eitt lønandi íkast í landbúnaðinum. Jóhan Pauli segði eisini frá, at verkætlanin, saman við Búnaðargrunninum, heldur fram eitt ár afturat, og at tey vóna, at hon kann gerast eitt varandi menningarátak fyri landbúnaðarferðavinnu.
Heidi Holm, verkætlanarleiðari, sum hevur staðið fyri at gera ætlanina, hevur eisini kannað áhugan hjá bóndum at taka lut í ferðavinnuni og at gera meira burtur úr virðisøking av bæði matvørum, ullvørum og yvirhøvur øllum lutum í landbúnaðinum. Hon hevur skipað eina spurnakanning. Helvtin av teimum spurdu hevði viljað starvast fulla tíð innan landbúnað, um umstøðurnar loyvdu tí, og sløk helvtin var eisini áhugað í at hava ferðavinnu sum part av sínum virksemi.
Gott dømi um hvussu tað kann bera til, er Harriet Olafsdóttir, bóndi og íverkseti. Hon greiddi frá hvussu henni hevur eydnast at gera garðin til sítt yrki burturav, við at sameina bóndaskap, ferðavinnu, myndir og upplivingar.
Sóley H. Hammer og Súsanna Laursen frá Hugskotinum bjóðaðu øllum áhugaðum at søkja um pláss á íverksetaradíkjara, sum Hugskotið skipar fyri. Hetta er eitt átta vikur langt menningarátak, har fólk, sum hava áhuga fyri bæði ferðavinnu og landbúnaði, kunnu menna síni hugskot og menna sær eitt sterkt netverk, saman við góðum skeiðshaldarum og mentorum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði frá tilgongdini at gera ítøkilig landbúnaðarpolitisk átøk, sum heilt stutt sagt hava til endamáls at framleiða dygdar- og heilsugóðar, stuttfluttar matvørur á burðardyggum og kappingarførum grundarlagi.
Landsstýrismaðurin fegnaðist um stóra áhugan og greiddi frá nøkrum tættum í landbúnaðarpolitikkinum, sum arbeitt verður við. Eitt stórmál, sum fleiri, millum annað Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, og Katrin Petersen, stýrisforkvinna fyri Veltuna og Grøna Háskúlan, tosaðu um, er at bøta um fígging og stuðul til landbúnaðin.
Landsstýrismaðurin greiddi frá, at hetta er ein týðandi partur í landbúnaðarpolitikkinum, og ein byrjan er, at nakrir av teimum alt ov spjaddu stuðulsmøguleikunum verða savnaðir og samskipaðir longu nú í komandi fíggjarlóg.
Aftaná tiltakið borðreiddi Sunniva G. Mortensen brellbitar úr avroðum, sum navnframi kokkurin Teitur Christensen hevði gjørt.