Norðurlendsku londini ætla at vera tey fyrstu í Evropa, sum góðkenna øll undirvísingarprógv hjá hvørjum øðrum. Hetta staðfestu norðurlendsku undirvísingarmálaráðharrarnir í felags yvirlýsing í Keypmannahavn í vikuni.
Ráðharrarnir hava í vikuni dagført yvirlýsing, sum upprunaliga varð samtykt í Reykjavík í 2004, um, at londini góðkenna prógv og lærustovnar hjá hvørjum øðrum.
Síðani Reykjavíkaryvirlýsingina hava londini styrkt samstarvið á útbúgvingarøkinum og skipa mannagongdir fyri at góðkenna prógv hjá hvørjum øðrum. Nú er ætlanin, at góðkenningarnar skulu vera sjálvvirknar. Tað vil siga, at tá eitt land hevur góðkent eitt prógv, skal tað av sær sjálvum verða førleikagevandi í hinum londunum.
- Hetta hevur stóran týdning fyri Føroyar, sigur føroyska landsstýriskvinnan í undirvísingarmálum.
- Vit umsita alt okkara egna undirvísingarøki, og vit hava stóran tørv á, at føroysk lesandi fáa atgongd til útbúgvingarstøð og størv í Norðurlondum og Evropeiska Samveldinum, og at ung úr hesum londum fáa møguleika at lesa hjá okkum, sigur Rigmor Dam.
Mobilitetur og integratión eru tvey øki, sum Norðurlandaráðið hevur raðfest seinasta árið, og ætlanin við dagførdu yvirlýsingini er, at tað skal vera lættari fyri fólki at flyta til og millum norðurlond fyri at arbeiða og lesa.
Dagførda Reykjavíkaryvirlýsingin er samtykt og undirskrivað av undirvísingarráðharrunum úr øllum teimum átta norðurlondunum.
Til ber at lesa yvirlýsingina her: http://www.norden.org/da/nordisk-ministerraad/ministerraad/nordisk-ministerraad-for-uddannelse-og-forskning-mr-u/deklarationer-og-erklaeringer/nordisk-deklaration-om-erkaennande-av-bevis-avseende-hoegre-utbildning-reykjavik-deklarationen-reviderad-2016
Mynd: Norðurlendsku ráðharrarnir undirskriva nýggju og dagførdu Reykjavíkaryvirlýsingina, sum skal gera tað uppaftur lættari at fáa útbúgvingar góðkendar hjá hvørjum øðrum. Myndmaður/ogn: Magnus Fröderberg/norden.org