Aftur í ár skipa Mentamálaráðið og Nám fyri læraradøgum í Norðurlandahúsinum.
Evnið á ráðstevnuni verður Tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning – við atliti at fólkaræði og dannilsi.
Heimsmálini eru galdandi frá 2015 til 2030 um allan heimin. Endamálið við teimum er at skapa ein betri heim og fáa eina størri alheimsliga tilvitsku hjá hvørjum einstøkum menniskja – eisini her í Føroyum.
Hugsan okkara við hesum evninum er at geva leiðslum og lærarum íblástur til arbeiðið við heimsmálunum í undirvísingini - við ymsum evnum og á ymsar hættir.
Skráin er tann sama báðar dagarnar. Pláss er fyri umleið 400 luttakarum hvønn dagin og tilsamans koma vanliga yvir 800 skúlafólk, ið dagliga virka í fólkaskúlanum, til fakliga kunning og íblástur.
Dagurin verður skipaður við fýra felags framløgum í høllini og níggju verkstovum, sum vera í øðrum hølum í húsinum.
Røður og fyrilestrar á degnum:
* Vælkomin v/ Eyðuni Gaard, stjóra í Námi
* Góðska í útbúgving v/ Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum
* Kunning um Heimsmálini frá miðfyrisitingini v/ Rúna Rasmussen, deildarstjóra á Løgmansskrivstovuni.
* Fyrilestur v/Steen Hildebrandt (DK), professari, Ph.D., Aarhus Universitet: Føroyar og tey 17 heimsmálini
Endamálið við heimsmálunum er at betra um heimin. Víðsjónin er ein betri heimur, har tilfeingið er meira rættvíst býtt, ójavnar og fátækradømi eru avmarkað og har fjálgað verður um margfeldi í náttúruni. Heimsmálini eru galdandini í tíðarskeiðnum 2015-2030. Tey eru alheimslig og galdandi fyri øll menniskjur í øllum londum. Tey eru ikki einans mál hjá ST; tey eru málini hjá okkum øllum. Øll mugu gera sítt til at bøta um heimin, ið heimsmálini snúgva seg um. Heimsmálini gevur okkum eitt øðrvísi sjónarhorn, har øll eru partur av heiminum, ein partur av heildini. Við heimsmálunum fáa vit ein nýggjan heim og eina nýggja og alheimsliga tilvitsku.
* Verkstova 1: Andriása Dam Joensen (FO), Ph.D. lesandi í London: Hvussu verkseta vit fólkaræði í skúlanum?
SamHugsa arbeiðshátturin byggir á eina størri enska verkætlan (SPRinG), sum á ein skipaðan hátt implementerar venjingar, ið menna førleikarnar hjá næmingum at arbeiða saman við øðrum. Andriása hevur lagað hesar venjingar til føroysk viðurskifti og hevur eisini lagt aðrar venjingar afturat, ið stuðla upp undir arbeiðsháttin. Komið verður inn á, hvussu bólkaarbeiði – tá ið tað verður nýtt á ein væl skipaðan hátt – kann gera sítt til at menna grundleggjandi fólkaræðisligu førleikarnir hjá næmingum okkara í fólkaskúlanum.
* Verkstova 2: Ingebjørg B. Hillestad (NO), lærari knýtt at norska Nysgjerrigper saman við Anniku Sølvará (FO), Granskingarráðið: Arbeiðshátturin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu
Nám og Granskingarráðið samstarva um kappingina Ársins Vitanarfróðu. Hetta er kapping fyri næmingar í miðdeild og hádeild, har teir í bólkum arbeiða sum rættir granskarar. Íblásturin kemur frá norsku kappingini Nysgjerrigper. Endamálið við verkstovuni er at greiða frá um arbeiðsháttin, at seta orð á, hvat næmingar fáa burturúr og at koma við dømum um, hvat ber til at arbeiða við í ymsum lærugreinum.
* Verkstova 3: Sissal Kristiansen (FO), frá Shisa Brand: Burðardygg tilgongd til móta og tilevning innan klædnaframleiðslu
Klædnavinnan er heimsins næst mest dálkandi vinna og við Fast Fashion er sannlíkt, at hon yvirhálar oljuvinnuna skjótt. Ein hugburðsbroyting má til í vinnuni eins og brúkarin man gerast meira tilvitaður og seta krøv til framleiðarnar. Men hvussu?
* Verkstova 4: Erla Olsen (FO), dekanur, Ph.D., lektari í lívfrøði og náttúrulæringarfrøði: Tvørfaklig heimsmál sum burðardyggur vitanarberi
Tey seytjan heimsmálini tykjast ymisk, men eru øll tengd at hvør øðrum. Heimsmálini seta heildarmenniskjuna á breddan – eina menniskju, sum tekur atlit til umhvørvið, bæði nær og fjar, og sum eisini hugsar um dagin í morgin. Stór krøv verða sett til skúlan, um hann skal fyrireika næmingarnar til framtíðarsamfelagið, sum verður munandi øðrvísi enn tað, vit kenna í dag. Broytingarnar koma ikki tí vit vilja tað, men tí ovurnýtsla og verðurlagsbroytingar krevja tað.
* Fyrilestur v/Thomas Ravn-Pedersen (DK), leiðandi ritstjóri á verdensbedstenyheder.dk : Heimsins týdningarmestu ætlan
Heimurin goymir nógv stór og týðandi tíðindi. Mannaættin livir longur og betur enn fyrr. Sum heild gongur alt nógv betur enn vit halda. Tað vil stjórin fyri Heimsins Bestu Tíðindi, Thomas Ravn-Pedersen, byrja at siga nakað um, sum grundarlag fyri at hyggja út í framtíðina, har fátakradømi, ójavnar og veðurlagsbroytingar eisini hótta okkum. Tíbetur hava vit eina ætlan, sum áðrenn 2030 skal loysa allar stórar trupulleikar fyri «people & planet»: Heimsmálini. Málini eru samtykt í sátt og semju í ST og fevna um 17 høvuðsmál og 169 deilmál við tí endamáli at fáa okkum øll at arbeiða fyri ein burðardyggan heim.
* Fyrilestur v/ Erika Hayfield (FO), lektari, Ph.D., í samfelagsvísindum: Børn, fólkaræði og borgaraskapur: At vera og at verða
Fyrilesturin tekur støði í hugtakinum borgaraskapur, sum verður brúkt at greina støðuna hjá børnum í føroyska samfelagnum sum heild og í skúlanum ítøkiliga. Sum ein týðandi partur av borgaraskapi verður hugt at luttøku og rødd hjá børnum í skúlahøpi. Serlig áherðsla verður løgd á kyn, etnisitet og mentan sum viðurskifti, ið kunnu ávirka lívsmøguleikar hjá børnum. Eisini verður refleksivitetur tikin fram sum eitt amboð at fremja fólkaræði og luttøku.
* Verkstova 5: Hans Harryson (FO), Ph.D. í námsvísindum: Ymisk mál og ymiskir málbúnar
Kendi amerikanski útbúgvingargranskarin, Pamela Grossman, skrivar einastaðnis, at í lærarayrkinum er tað soleiðis, at ”the medium is the message”. Í hesi verkstovu fara vit at taka støði í hesari útsøgn og at skifta orð um, hvussu ymiskar lærutilgongdir og ymiskt undirvísingartilfar kunnu varpa ymiskt ljós á tey 17 heimsmálini.
Empiriska tilfarið stavar frá eini evnisviku á Námsvísindadeildini í september 2018. Heimsmálini, ið fáa umrøðu, eru (1) Basa fátækradømi og (5) Javnstøða millum kynini.
* Verkstova 6: Elin Lindenskov (FO), býráðspolitikari og lærari: Sum heimsborgari kanst tú broyta heimin við tínari klædna - og gerandisnýtslu
Klædnaíðnaðurin er ein av heimsins mest dálkandi vinnum. Við at gerast meira tilvitað um klæðini og tilfarið klæðini er gjørd av, kanst tú velja klæðir, sum eru umhvørvisliga og sosialt burðardyggari. Við skilabetri nýtslu, kanst tú minka um útlátið av mikroplastikki og øðrum skaðiligum evnum í nátúruna.
* Verkstova 7: Heini í Skorini (FO), adjunktur, Ph.D. í altjóða politikki: Fupp og fakta í digitala frumskóginum
Nøgdin av informatión hevur ongantíð verið størri. Alt døgnið kappast siðbundnir og sosialir miðlar um uppmerksemi frá børnum, ungum og vaksnum, og fleiri lond hava samtykt lóggávu ímóti ”fake news”? Men hvør hevur í roynd og veru patent uppá sannleikan? Hvussu navigera vit í hesum frumskóginum av upplýsingum um heimin? Nær hevur ein kelda eitt ávíst trúvirði? Hvussu meta vit um, hvat er satt, og hvat er ósatt? Og hvussu læra børn og ung at meta um trúvirðið hjá eini keldu? Hóast eingi endalig svar finnast, so er hetta ein átrokandi spurningur fyri øll, sum hava við skúlaskap at gera.
* Verkstova 8: Vagn Foldbo (FO), skúlastjóri: Dannilsi í Fólkaskúlanum
Endamál Fólkaskúlans sigur, hvat vit vilja við fólkaskúlaskipanini í Føroyum. Ein stórur partur av endamálinum sigur, at vit skulu danna næmingarnar, so teir megna at liva eitt gott lív í framtíðar samfelagnum – eisini heimssamfelagnum.
Men dannilsi er ilt at máta. Vit kunnu máta lesiførleikar, rokniførleikar og taka lands- og PISA-royndir. Hesar royndir seta sjóneykuna á viðkomandi økir og skumpa undir menning á teimum økjununum. Men hvar er dannilsi í hesum høpinum? Hava vit lyndi til at gloyma almenna dannilsið í Fólkaskúlanum, tí tað er so trupult at máta? Er dannilsi ikki grundarlagið undir burðardyggari menning í heimshøpi? Á verkstovuni verður komið inn á hvat dannilsi er og hugleitt verður um, hvussu støðan er viðvíkjandi dannilsi í Fólkaskúlanum. Eisini verður tosað um dannilsi í mun til tey 17 heimsmálini um burðardygga menning.
* Verkstova 9: Sámal Matras Kristiansen (FO), ritstjóri og samfelagsfrøðingur: Temasíða á Snar
Snar hevur gjørt temasíðuna “Heimsmál fyri burðardyggari menning”. Hendan síða er ætlað sum undirvísingartilfeingi bæði hjá fólkaskúla og miðnámi. Hon inniheldur tekstir, myndir, leinki og arbeiðsspurningar, ið kunnu nýtast eftir høvi í nógvum ymiskum samanhangum. Umframt hetta eru gjørdar undirvísingargongdir bæði til fólkaskúla og miðnám. Hendan verkstova gevur innlit í hvussu til ber at arbeiða við heimsmálunum í fólkaskúlanum.
* Fyrilestur v/ Astrid Tonette Sinnes (NO), professari í náttúruvísindi og læring við NMBU: Útbúgving til burðardygga menning - orð í verki
At útbúgva næmingar, sum kunnu koma við íkasti til eina búrðardygga menning er ein stór avbjóðing hjá øllum lærarum í dagsins skúla. Í fyrilestrinum vil eg skifta orð um og vísa dømi um, hvussu skúlin kann arbeiða við at læra næmingum bæði ástøðiligar og verkligar førleikar fyri at møta mongu avbjóðingunum, ið eru knýttar at burðardyggu menningini. Øll limalondini í ST hava við Heimsmálunum bundið seg til «at geva øllum næmingunum neyðugan kunnleika og førleika til at náa eina burðardygga menning fyri 2030». Fyrilesturin vil koma við íkasti til, hvussu skúlar kunnu arbeiða fyri at náa hetta mál.