22.01.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

KVØÐA TIL ÁRNA DAHL

Kvøða til Árna Dahl, ið Niels Petur Nosøe helt fyri honum, tá ið landsstýrismaðurin hevði handað Árna Dahl Heiðursgávu Landsins fyri 2013.


Tað var tann 18. august í 1964, at eg fyrstu ferð møtti einum bragdligum, purlutum unglinga norðan úr Klaksvík, hetta var Árni Dahl. Tann dagin byrjaðu okur sum næmingar á Føroya Læraraskúla, sum tá helt til við Vaglið í Havn, í bygninginum, sum í dag er býráðshús. Har gingu okur í 4 ár, og fimta árið fóru okur so í nýggja Læraraskúlan, sum bygdur var úti á Frælsinum. – Tað vil siga, at í ár verða tað 45 ár, síðan okur vórðu lærarar, og 50 ár síðan okur møttust fyrstu ferð.

Tað sást skjótt,at Árni longu tá var bæði málsliga og bókmentaliga væl fyri. Hann var jú sonur læraran og mentamannin Óla Dahl, sum hevði avrikað nógv, so Árni hevði fingið gott í beinið – var væl kálvføddur – sum tikið verður til.

Eitt annað, sum eyðkendi teg – Árni – var arbeiðssemi; tú var fullur av hugskotum og altíð í holt við okkurt. Skúlin hevði eitt næmingafelag, sum var sera virkið, meðan okur vóru har, takkað verðið ikki minst av tínum ávum. Næmingafelagið gav út eitt blað – Snarljós – sum hevði ligið nakað tungt í sjónum; tú breyt upp um armar, og við tær sum blaðstjóra kom blaðið regluliga út, so leingi okur vóru har, og helst mundi tú skriva bróðurpartin sjálvur.

Eitt annað, sum tú tókst upp á teg, var ítróttaskrivingin í Dimmalætting. – Hetta var helst fyrsta skipaða ítróttarskriving í landinum, og tað kravdi sín mann, tí hetta var tíðin, áðrenn fartelefonir, I-poddar og -paddar av øllum handaslag vóru uppfunnin,so bara tað, at fáa fatur á øllum úrslitum og frásagnum frá dystum, mundi fara við nógvari tíð, men ikki bilaði,hetta gekk so ikki út yvir skúlagongdina, tú var altíð væl fyrireikaður.

Men hendan skrivingin elvdi til nógv kjak í flokkinum, tí har vóru viðhaldsfólk hjá flestu feløgunum í landinum, og fleiri meintu, at tú var í so vælviljaður móti KÍ – lokalpatriotur - sum klaksvíkingum so líkt, men hetta var bara ein stuttleiki aftrat.-
Men tíðin á Læraraskúlanum fekk ein enda, sum alt annað, og okur fóru í ymsar ættir í tey størv, okur høvdu fingið.

Tú fór fyrst til Klaksvíkar og seinni á Venjingarskúlan í Havn. Seinni tókst tú prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, og frá 1977 hevur tú verið lærari á Føroya Læraraskúla.

Men umframt kravmikið lærarastarv, so hevur tú alla tíðina havt nógv jørn í eldinum, sum tær er so líkt – virkisfúsur sum fáur -.
Formaður í Móðurmálsfelag Føroya, blaðstjóri á Fríu Føroyum.
Tú hevur lagt til rættis kvæðasendingar í Útvarpi Føroya, og givið út og lagt til rættis eina røð av bókum og ritum. – Hvussu tú hevur fingið tíð til alt hetta, man undra mong. Men tú fann tær eitt friðarskjól norðuri í Hattarvík, har tú við frið og náðum kundi samla tankar tínar, har er helst mangt gullkornið sprottið.-

Eg farið ikki at reksa alt upp, men eg festi meg við tær skúlabøkur, tú hevur givið okkum – sjálvur og saman við øðrum.

Bókmentasøgurnar 1-2-3, har bókmentatíðarrákini eru væl lýst,og nágreiniligar upplýsingar um rithøvundar og tað, teir hava avrikað – Ung orð 1 og 2. - Floygd orð 1 og 2, við fjølbroyttum stuttsøgum og yrkingum,- eitt frálíkt ískoyti til verandi lesibøkur.-

Greiðið og greinið er bók um bókmentaviðgerð í framhaldsdeildum við leiðbeiningum og góðum dømum.- Bókarøðin Lesið og Lærið við uppgávum til. -Skrivligt føroyskt frá 7. til 10. skúlaár. Og ikki minst Mállæran,sum tú og Paulivar lótu úr hondum – Hetta er tilfar, sum er øllum lærarum kærkomið, og sum stórur tørvur hevur verið á.

Sera fjølbroytt er tað, sum komið er úr tínum hondum: Ítróttur, søga, minningarrit, ja, sjálvt teknisøgur, og so hevur tú eisini týtt sjálvan Nordahl Grieg.

Í 1978 stovnaði tú saman við Marionnu – konuni – forlagið Fannir, sum hevur verið sera virkið og givið út ein hóp av bókum.

Saman um tikið kann sigast um teg - Árni – at tú gróv ikki talentina niður, men margfaldaði hana, tær sjálvum til heiðurs og máli og mentan okkara til gagns.

Eg fari at enda við hesum ørindi:

Er mentan ein varði, so sannast tað skal,
nógv stinnari nú hann stendur,
tí klípurnar tínar, tær munaðu væl
og royndust sum bøtandi hendur!

Til lukku!
NePtuN(januar-2014)