Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av, at allir skúlar í Føroyum lata aftur til og við 13. apríl.
Hetta merkir, at tað er heima- og fjarundirvísing í føroysku fólkaskúlunum, miðnámsskúlunum og vinnuskúlunum kring landið, og eisini á Fróðskaparsetri Føroya. So undirvísingin heldur fram, men á ein øðrvísi hátt enn áður.
Regluligt samband er við leiðslurnar í skúlunum kring landið, og Uttanríkis- og mentamálaráðið eggjar eisini øllum lærarum til at skipa undirvísingina so væl sum til ber og at hugsa um einstaka næmingin í hesi truplu støðuni.
Uttanríkis- og mentamálaráðið fyrireikar saman við viðkomandi pørtum eina ætlan fyri, hvussu skúlagongd og próvtøkur skulu skipast, um henda støðan heldur fram eftir páskir. Meira kunning verður um hetta seinni.
Um næmingar og foreldur hava spurningar, eru tey vælkomin at venda sær til viðkomandi skúlaleiðslu.
”Eg vil fegin takka øllum næmingum og foreldrum fyri tykkara lut og tolni í hesi truplu støðuni. Eisini vil eg takka øllum lærarum og skúlaleiðslum kring landið fyri tað stóra arbeiði, tit gera, nú øll mugu skipa seg eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Eisini fari eg at eggja tykkum øllum til at halda fram við góða arbeiðinum, tit gera, og at hugsa um einstaka næmingin,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.
Til ber at lesa meira um heimaundirvísing her.
Meira kunning um korona í Føroyum fæst á www.corona.fo.