Í sambandi við at coronavirussmittan (covid-19) hevur spjatt seg víða seinastu mánaðirnar, verður gjørt vart við, at føroyingar, sum eru staddir uttanlands, eru vælkomnir at venda sær til Borgaratænastuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum við møguligum spurningum á telefon +298 30 40 40.
Harumframt hava Føroyar sendistovu í Keypmannahavn, Reykjavík, London, Brússel, Moskva og Beijing, sum tú eisini ert vælkomin at venda tær til, um tú hevur spurningar.
Ert tú stødd ella staddur uttanlands, mæla vit til, at tú skrivar teg á listan hjá danska uttanríkisráðnum. Tað kanst tú gera her.
Á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum sæst eisini ein ferðavegleiðing.
Vilt tú vita meira um coronavirussmittuna, ber til at lesa meira á hesum heimasíðum: