28.01.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Kunning frá føroysku sendistovuni í Kina í sambandi við coronavirussmittuna

Kunning frá føroysku sendistovuni í Kina í sambandi við coronavirussmittuna

Nú, ið nýtt sonevnt coronavirus er farið at gera um seg í Kina, verður við hesum gjørt vart við, at føroyingar, ið uppihalda seg í Kina, umhugsa at fara hagar, ella av øðrum ávum hava spurningar viðvíkjandi íkomna sóttarvandanum, eru vælkomin at venda sær til sendimann Føroya í Kina við at:

Skriva teldubræv til  sigmunduri@ummr.fo, ella

ringja á føroyska fartelefonnummarið  +298 556101, ella

ringja á kinesiska fartelefonnummarið  +86 132 6343 5460.

Samstundis verður kunnað um, at ferðaleiðbeining sæst á fylgjandi slóð hjá danska uttanríkisráðanum:  https://um.dk/da/rejse-og-ophold/rejse-til-udlandet/rejsevejledninger/kina/

Vinaliga

Sigmundur Ísfeld

Sendistova Føroya í Beijing