04.06.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

KUNNGERÐIR SENDAR TIL HOYRINGAR

Mentamálaráðið hevur sent nakrar kunngerðir í samband við lógina um upphavsrætt til hoyringar.

Lógin um upphavsrætt varð samtykt á Løgtingið 23. apríl, og nú eru flestu av kunngerðunum til lógina sendar til hoyringar. Talan er um fýra kunngerðir.

Kunngerðirnar eru um fylgirættargjald, viðurlag fyri framsýning, um semingsmann í ósemjum um upphavsrætt og um søvn og bókasøvn.

Freistin at lata Mentamálaráðnum hoyringarsvar er 24. juni 2013.

Seinni verða aðrar kunngerðir sendar til hoyringar.

Uppskotini síggjast niðanfyri

Uppskot til kunngerð til § 42 - fylgirættargjald.pdf

Uppskot til kunngerð um søvn og bókasøvn.pdf

Uppskot til kunngerð eftir § 44 stk 2 - seming.pdf

Uppskot til kunngerð § 19 stk 2 - framsýningarviðurlag.pdf