28.06.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

KRISTINBJØRG HØGNESEN FYRIBILS SETTUR SKÚLASTJÓRI Á FISKIVINNUSKÚLANUM

Mentamálaráðið hevur fyribils sett Kristinbjørg Høgnesen sum skúlastjóra á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna komandi skúlaár.

Jákup Andreasen, sum hevur verið skúlastjóri í skjótt 25 ár, hevur fingið farloyvi í eitt ár.

Kristinbjørg Høgnesen er útbúgvin cand. mag. í føroyskum og enskum, og hevur undirvíst á Fiskivinnuskúlanum síðan januar 2011.