15.09.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

KRIS 20 ár

KRIS 20 ár

Heilsan, ið landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, sendi felagsskapinum Kris á 20 ára føðingardegnum.

Góðu vinir í Kris!

Eg kenni tað sum størsta heiður at vera bjóðaður við til føðingardag tykkara- og at kunna bera fram nøkur orð!

Søgan um KRIS er hjartanemandi og bergtakandi, ein grípandi søga um kærleika og dirvi. Um eldsálir, sum sóðu djúpu neyðina, ið kynsliga misnýtt vóru í, uttan at fáa tað hjálp, teimum tørvaði. Hon er søgan um tykkum, ið gjørdu av at bróta upp um ermar og veita sjálvsøgdu og neyðuga hjálpina.

----------

Eg frætti um felagsskapin við byrjanina av virkseminum, tvs. um aldarskiftið. Tá kendi eg eldsálina Gvøðbjørg, vit hittust fyrstu ferð í áttatiárunum í Soli Deo Gloria, og síðani javnan í andaligum høpi.

Tað kravdi mikið dirvi at fara undir slíkt virksemið, tí kynslig misnýtsla av børnum er eitt hitt mest viðbrekna evni í okkara samfelag. Nakað so viðbreki, at ein hugur at tiga hetta burtur hevur valdað.

Eitt av loysnarorðum tykkara var tí tað sjálvsagda, at “tøgnin skal brótast”.

Við átakinum um at bróta tøgnina vildu tit vísa á, at tað við røttu hjálpini ber til at koma víðari í lívinum.

Og tit hava megnað at brotið tøgnina - og tabuini, ið eru orsøk til tøgnina.

Og endamálið, at geva eina rødd til tey, sum ikki hava eina rødd, hava tit sanniliga megna.

At felagsskapurin í dag kann hátíðarhalda 20 ár á baki, saman við hagtølunum, ið siga at árliga venda eini 150 fólk í miðal sær til KRIS, vitnar tíðuliga um tørvin á felagsskapinum- og váttar slóðbrótandi arbeiði tykkara.

----------

Tað vóru ikki lukkulig orð, sum tit fingu yvir tykkara kropp fyrstu árini. At koma tykkum at tosa um slíkt, ”slíkt tigur man við”, fingu tit aftur og aftur at vita. Og ”hvørji halda tit tykkum vera, og so eru tit eisini ólærd”. Ákærur omaná ákærur heglaðu niður yvir tykkum.

Men so bórust ræðandi søgurnar frá kynsliga misbrúktum ofrum, sum fingu dirvi at traðkað fram og siga teirra søgur. Og hjartanemandi  var at hoyra, hvussu hesi, hóast teirra herviligu lívsroyndir, høvdu megnað at fóta sær aftur á lívsleiðini – við hjálp frá KRIS.

Javnt við hetta minkaði ágangurin so líðandi og í dag munnu tey vera fá, sum ikki við størstu virðing hugsa um arbeiði tykkara í Kris.

------------

Heilt frá barnaárum mínum hevur heitið á einari danskari bók brent seg fast í sinni mítt. Hendan bókin varð givin út í 1941. Høvundin var Tove Ditlevsen, bókin kallaðist: ”Man gjorde et barn fortræd”!

Bókin er skrivað um barnaárini á Nørrebro, har Tove vaks upp. Í bókini, sum flestu meta er um hennara egna barndóm, sigur hon frá gentuni Kirsten, sum vaks upp í vanrøkt, umsorganarsviki og sexuellum ágangi.

Um barndómin sigur Kirsten:

Barndommen er lang og smal som en kiste, og man kan ikke slippe ud af den ved egen hjælp”.

Barndommen er lang og smal som en kiste, og man kan ikke slippe ud af den ved egen hjælp

Eg ivist ikki í, at tit, betur enn eg, skilja hvørjir ræðuleikar eru fjaldir handan hesi fáu orðini frá lítlu gentuni- sum eins væl kundi verði frá vaksnari kvinnu ella manni. Munurin er, at tit í KRIS ikki bert hoyrdu hesi neyðarrópini, men fóru til verka at hjálpa tí neyðstadda- úr kistuni.

----

Tiltikið er, at nógv skal til fyri at fáa menn at gráta. Missurin av einum av sínum kæru man vera tað svárasta.

Men at uppliva vaksnar menn og vaksnar kvinnur sita og stórgráta um svik í barnaárum- framt av einum, tey litu 100% á, tað váttar hvussu oyðandi sexuellu brotini eru, og hvussu djúpt sárini stinga.

Bæði sum kommunulækni og sum sálarrøktari havi eg uppliva at siti yvirfyri slíkum særdum menniskjum. Tað eru løtur, tú ikki gloymir. Slíkar løtur økist virðingina fyri tykkum í Kris, tykkum sum hava halgað lív tykkara til eina uppgávu, sum er meira eitt kall enn eitt arbeiði. Eitt kall, givið av Honum, sum hevði djúpa samkenslu við samtíðarfólki sínum, tey árini Hann ferðaðist á fold.

-------------

Lat meg enda við, sum vinur og sum landsstýrismaður, at bera tykkum eina hjartans tøkk fyri, at tit hava hildið á í altkrevjandi arbeiði tykara. Takk fái tit, og takk fái tykkara kæru, sum eins væl á nátt sum á degi, góvu tykkum frælsi at hjálpa øðrum.

Takk fyri tárini, tit hava grátið saman við monnum og kvinnum, sum søgdu tykkum søgurnar um oyðiløgd lív. Hvør einasta tár tykkara var týðandi partur av grøðing teirra. At tit stigu fram og hjálptu teimum var fortreytin og byrjanin til grøðing.

Tøkk fyri tárini og tøkk fyri mongu svøvnleysu næturnar, sum minnini hava volt tykkum.

Og tøkk fyri at tit ikki góvust, men hildu á aftur, tá eirindaleysi ágangurin, spottið og háðanin, kundu fingið sjálvt tann sterkasta at givið eftir.

Tit hava, sum ættarfaðirin, hugt fram móti málinum, deginum, tá ein og ein fór at koma á føtur gjøgnum ótroyttiliga virki tykkara. Tað var løn í sær sjálvum. Tó skulu tit vita, at Harrin, hin rættvísi dómarin, fer sjálvur at løna tykkum hvørja løtuna- á degi sínum.