Farið verður nú undir at byggja kringvarpshúsini í Sortudíki út. Talan er um fyrsta byggistig, og tað verður Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum fer at seta spakan í mánamorgunin 10. november kl. 11.00. Síðan Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru løgd saman í januar 2005, hava áneyðir verið á útbyggingum í Sortudíki, har samanlagdi stovnurin húsast í dag. Og nú verður so loksins farið undir at byggja út. Fyrsta byggistig fevnir um ein framleiðslubygning og ein tøknibygning. Sáttmáli er gjørdur við Sp/f ÁTS í Kaldbak, sum skal gera arbeiðið, ið fer at kosta 8,4 mió. krónur. Sølan av bygningunum í M. A. Winthersgøtu, har sjónvarpið helt til, fíggjar byggingina. Mánadagin verður skipað fyri hátíðarløtu í Sortudíki, har Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur nøkur orð og setir spakan í. Somuleiðis luttaka Mikal Viderø, leiðari á byggideildini hjá Landsverki, vegna byggiharran, og Rúni Heinesen, stýrisformaður, vegna Kringvarpið. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í august næsta ár. |