24.10.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Kópar skulu ikki kappast við apur í klatring

23. oktober var framløga á Námi, tá tilfar til at meta um lesi-, stavi- og skriviførleikan hjá næmingum í 1. og 2. flokki, varð lagt fram.

Landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, helt røðu undan framløguni.

Vælkomin til hesa hátíðarløtuna, nú vit endiliga skulu síggja føroyskt tilfar, gjørt í Føroyum, til at meta um førleikan at lesa, stava og skriva hjá føroyskum børnum.

Hetta tilfarið er alneyðugt.

Tað hevur leingi verið stórur tørvur á at fáa føroyskt tilfar til meta um fakligar førleikar hjá okkara smæstu næmingum.

Nú er tað her. Og tað gleðist eg um.

***

Tit kenna helst øll ta myndina, har tað standa nøkur ymisk djór frammanfyri einum lærarapulti. Ein apa, ein fílur, ein gullfiskur, ein hundur og ein kópur.

Og lærarin, sum situr við pultin, hyggur uppá djórini og sigur álvarsamur: Fyri at tryggja, at hendan próvtøkan verður púra rættvís, skulu tit øll loysa akkurát somu uppgávu – tit skulu øll klatra í einum træi.

Og man nýtist ikki at kenna nakað til námsfrøðilig ella didaktisk ástøði fyri at síggja, at apan fer a brilliera, meðan gullfiskurin, fílurin, kópurin og hundurin verða við sviðið soð.

Og tí er tað, at vit í eftirhondini nógv ár hava tosað um næmingatillagaða undirvísing. At tað ikki eru næmingarnir, sum skulu kroystast niður í ein standard undirvísingarpakka, men at undirvísingin hinvegin skal vera livandi, fjølbroytt og lagað til einstøku næmingarnar, so at vit lærarar kunnu taka hædd fyri styrki og veikleikum hjá einstaka næminginum.

Hetta hevur kortini verið trupult at framt í verki, tí okkum hevur manglað amboðini til at finna útav, júst hvar einstaki næmingurin er.

Tey amboðini fáa vit nú við hesum tilfarinum. Og tí verður nú lættari at røkja okkara fremstu uppgávu í allari okkara skúlaskipan, sum er at tryggja, at okkara næmingar læra.

Les alla røðuna her

(mynd: Birgir Kruse, Nám)