12.02.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

KLÁRT AT SØKJA Á MIÐNÁMSSKÚLARNAR

Nú er klárt at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar, sum byrja í summar. Umsóknarblaðið sæst á heimasíðunum hjá Mentamálaráðnum og miðnámsskúlunum, og tilboðini eru fjølbroytt.

Tvær leiðir á miðnámsútbúgvingarøkinum – ein vinnurættað leið og ein gymnasial leið
Samanlagt eru útbúgvingarmøguleikarnir fjølbroyttir. 16 valmøguleikar eru - 7 á vinnurættaðu leiðini og 9 á gymnasialu leiðini.

Vinnurættaðu útbúgvingarnar
Áður nevndu SIT- og yrkisútbúgvingar eru lagdar saman í eina skipan, - nevnd Yrkisnám. Yrkisnám hevur tríggjar útbúgvingarbólkar:

Yrkisnám FHS: Er útbúgving innan fyrisiting-, handil- og skrivstovuyrkið.
Yrkisnám Tøkni: Er útbúgving innan handverksyrkið, har til ber at velja millum hesar breytir: Bilbreyt, elbreyt, hárfríðkanarbreyt, metalbreyt og timburbreyt.
Yrkisnám Atstøði: Eru støðisútbúgvingarnar: Klædnabreyt, matbreyt og tilvirkisbreyt.

Meira fæst at vita um vinnurættaðu útbúgvingarnar í faldaranum “Vel títt yrki”, sum liggur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo, og sum eisini verður at fáa á skúlunum.

Tær gymnasialu útbúgvingarnar
Tey, sum ætla sær gymnasialu leiðina, velja millum breytir. Breytirnar eru 6 í tali: Búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, tilfeingisbreyt, tøknibreyt og fyrireikingarbreyt. Allar breytir hava somu felagslærugreinir, serstakar breytalærugreinir og vallærugreinir.

Á www.breyt.net ber til at lesa meira um gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, og eisini er møguleiki at royndarvelja, so tú beinanvegin kanst gera tær eina mynd av, hvussu títt gymnasiala miðnámsprógv kemur at síggja út um tvey ella trý ár.

Faldarin “Gymnasialar útbúgvingar” fæst á skúlunum, og til ber eisini at taka hann niður á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo

Nýggir møguleikar
Á vinnurættaða økinum: Tilvirkisútbúgvingin er nýggj útbúgving á Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Í útbúgvingini lærir tú m.a. at tilvirka og sniðgeva úr føroyskum tilfeingi - ull, skinnum og fiskaskræðu.

Tey, sum hava eina miðnámsútbúgving ella líknandi førleika frammanundan, kunnu nú taka Hægri handilsprógv í 1 ár.

Á gymnasiala økinum: Um næmingagrundarlagið verður til staðar, er ætlanin aftur at stovna serflokk til næmingar innan autismuøkið. Tey, sum hava tikið FHS, kunnu søkja inn á búskaparbreyt II.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja inn á allar miðnámsútbúgvingarnar er 15. mars. Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo ella hjá miðnámsskúlunum. Meira kunning um nýggju skipanirnar finst á www.mmr.fo.