Røða í sambandi við at bygningurin Glasir í Marknagili varð reistur 5. juli 2016
- Eg eri sannførd um, at bygningurin fer at rudda slóð fyri nýhugsan og nýggjum møguleikum, at hann verður karmur um eitt kveikjandi og fjølbroytt lestrarumhvørvi, sum gevur ungdóminum dirvi at droyma stórar dreymar. Neyvan er tað nakar, sum ivast í, hvønn týdning henda verkætlanin hevur fyri okkara ungdóm og fyri okkara samfelag, segði Rigmor Dam landsstýriskvinna í røðuni, sum hon helt tá bygningurin hjá Glasi varð reistur 5. juli. Lesið alla røðuna her.